Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nú koma broytingaruppskotini

Ragnar Joensen, samfelagsfrøðingur

Stórur spenningur er um tingfundin í dag, tí fiskivinnunýskipanin skal til 2.viðgerð. Rumbul hevur leingi verið um samgongan hevur tað semjuna sum hon sigur seg hava. Álitið sum kom úr vinnunevndini mánadagin hevði enn meira rumbul við sær, tí royndin at fáa tinglimirnar í Suðuroy hevur elvt til at tinglimir úr Framsøkn nú eru ivasom.

Málið hevur verið merkt av órógv. Samgongan hevur leingi leitað eftir eini semju, og hevur somuleiðis roynt at finna stuðul í øðrum flokkum, men hettar hevur higartil verið til fánýtis.

Nú er málið komi í tingið og rumblið er ikki minkað. Hvørji ráð eru so til at taka hjá samgonguni?
Mest nærliggjandi møguleikin er at gera eitt broytingaruppskot, ið kann rætta tað órógv. Tí kann væntast, at broytingaruppskot fara at koma frá samgonguni. Og, helst fara tað at koma ymisk uppskot frá ymsum pørtum av samgonguni. Broytingaruppskot kunnu koma frá vinnunevndini eisini.

Harafturat kann væntast, at andstøðan fer at koma við sínum broytingaruppskotum. Her skal nevnast, at Miðflokkurin longu hevur boðað frá, at hann fer at skjóta upp, at verandi skipan skal halda fram í eitt ár afturat.

Broytingaruppskotini frá samgonguni fara at hava til endamáls at finna tað semju, ið leingi hevur verið leitað eftir. Broytingaruppskotini frá andstøðuni fara hinvegin at leggja seg eftir at seta kílar í.  

Uppskot kann eisini koma um at beina málið aftur í nevnd. Hesin møguleiki er tó lítið sannlíkur, og verður uppskot um at beina í nevnd helst felt um tað kemur. Tíðin er heilt einfalt ikki til eina nevnd afturat.