Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú leyg tú aftur við óvart

John William Joensen

Javnaðartingmaðurin spyr um høvuðstaðarpressan lýgur við vilja ella ikki, og minnir á at ein verð er uttanfyri eingjagarðarnar í Havn

1. Minnist hetta eru nógv ár síðan, at eg kom at hoyra tveir gamlar útróðrarmenn hittast, annar kom við skríninum undir arminum, hin kom út á trappuna at forvitnast hvussu dagurin vignaðist. Har stóðu teir, annar á trappuni hin í túninum, tvær havsins kempur. Hendurnar sum pottalok og rakdropin hekk úr nøsuni.

Maðurin á trappuni spurdi hvar hin hevði verið, men hann visti betur. Maðurin í túninum svarar hvar teir royndu, tá sigur maðurin á trappuni, sum so sannuliga visti hvat hann tosaði um. Nú góðin leyg tú aftur við óvart, men eingin ósemja stóðst av hesum.

2. Eg kundi hugsa mær at spurgt, uttan at vera fornermaður, eru tíðindafólk komin í tað støðu, at tey lúgva av óvart ella við vilja. Sjálvur meti eg at tann sum fær tað triðju statsmaktina í móti sær hann er illa stæddur ella hvat?!

Eg haldi meg vera alvorliga órættaðan av bløðunum nú um dagarnar.

3. Ein skrivar at Gerhard Lognberg hevur snýtt við telduskipanini. Hetta er beinleiðis liðusøgur frá blaðmanninum fyri at niðurgera meg.

Nei Gerhard hevur á ongan hátt forbrotið seg í hesum samanhangi, lúgva blaðmennirnir við óvart og hvat stendir eftir hjá lesaranum, Gerhard sum forbrydarin og blaðmaðurin við eini søgu. Ongan tídning fyri blaðmannin, um tað er lygn ella sannleiki.

4. Guðhjálpi mær, um ein ikki er frammi aftur og tekur kvørkra tak á Gerhard. Hann byrjar at skriva um tíðina hjá tingmonnunum síðan tingið byrjaði aftur, tað er absolut er einki galið í tí, at fylgja við í tinginum, men hvat byrjar hann alt við.

Gerhard Lognberg løgtingsmaður fyri Sandoyar sýslu hevur verið 0 minuttir og 0 sekund á tingsins røðarapalli.

Men so heldur hann helst at hetta var ov groft, so hann skrivar víðari, at sannlíkt er hetta helst ein feilur er í telduskipanini.

Longri inni í greinini sigur hann ella vísur hann á, hvat eg havi tosað um á tingið, altso á tingsins røðarapalli, hví so byrja við at eg hevði tosað í 0 minuttir og 0 sekund. Síðan verður víst á aðrari síðu hvat talutíð eg havið havt. Var byrjanin ein lygn við óvart?

5. Tað man neyvan vera dagur í tinginum, at Gerhard ikki er eina ella fleiri ferð á tingsins røðarapalli.

So kann ein og hvør meta um, hvat dugur er í tí sum sagt verður. Ella hvat er meiningin, kanska at pilka sjálvsvirðingina úr ávísum persónum.

Eg veit væl at hesi blaðfólk skulu hava breyð á borði hvønn dag, men vælsignaðir royni at lata tað vera so nøkunlunda rættvíst, sum tit servera lesarunum, tí so sannuliga kunnu vit ikki vera tykkum fyri uttan, tí tit gera hóast alt eitt gott arbeiði.

Men ein verð uttan fyri eingjagarðarnar í Havn, so tað er ikki bara uttanfyri tinghúsið tíðindi finnast og harvið jarðleggja summar politikkarar sum kanska ikki eru í krithúsi hjá miðlunum.

Við kvøðu

Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður