Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú liðugt við tí góða veðrinum

Hanus Kjølbro, Sjónám

Vit hava havt gott veður teir seinastu dagarnar. Tað er eitt hátrýstøki yvir bretsku oyggjunum, sum hevur staðið fyri hesum. Teir næstu dagarnar fer hátrýstið at vikna og flyta seg suðureftir. Tað fer at hava við sær, at lágtrýstini fara at koma nærri okkara leiðum í komandi tíð. Lágtrýstini hava í seinastuni ikki rokkið til Føroyar við øllum sínum vindi og regni, men hava ístaðin rindað megina av sær á leiðunum norðan fyri Ísland.

Men við viknandi hátrýsti um okkara leiðir, fara tey aftur – sum tey plaga – at koma eitt sindur nærri.

Í dag byrjar dagurin við einum andøvsguli úr útsynningi, 5 til 9 m/s. Út á fyrrapartin hækkar hann ættina upp ímóti vestri. Vindferðin verður tann sama sum í nátt og í morgunin, eitt andøvsgul, 5 til 9 m/s. Eitt brúgvalag stendur yvir okkum í morgun, tað fer at koma við onkrum úrdrátti, sirmi ella regni. Eftir at tað er farið framvið, verður tað skýggjað og turt.

Líkasum við ættini í gjár, so verður ymiskt, hvussu klárt tað fer at vera ymsastaðni kring oyggjarnar. Í gjár var suðurættir – sunnan og landsynningur-sunnan. Sunnanfyri – kring høvuðsstaðin – hevur verið skýggjað; í Leirvík og í Klaksvík vóru sólglottar, meðan á Viðareiði var bláur himmal. Mestsum sami barometurstandur fer at hava við sær, at í dag fer myndin at vera tann sama í gjár, at støð í Føroyum, har sum útsynningur og/ella vestan eru góðar ættir við høgum barometri, fara at hava bláan himmal, meðan hini støðini fara at hava skýggjað veður.

Í ovurmorgin fer ættin upp í útnyrðing-vestan. Tá fer at kølna. hósdagin fer ættin upp í norðan, og vindur fer at veksa. Meiri um tað seinni.