Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú má Fólkaflokkurin aftur í samgongu og fáa ávirkan

Herfrí Sørensen

Sum størsti flokkur í kommununi hevur Fólkaflokkurin skyldu til at gera alt fyri at gerast partur av eini komandi býráðssamgongu, tí tað er har, hann veruliga fær ávirkan og kann seta sín dám á býráðspolitikkin.

Í fleiri áratíggju hevur Fólkaflokkurin verið størsti flokkur í Norðoyggjum, herundir eisini í Klaksvíkar kommunu, sum í dag fevnir um stóran part av Borðoynni, Kalsoynna og Svínoynna. Flokkurin hevur ofta verið partur av býráðssamgongum, sum eisini er umráðandi, tí tað er har, ein fær nógv mestu ávirkanina á tann førda politikkin.

Enn hevur einki býráðsval verið, so í løtuni vita vit einki um, hvørja undirtøku flokkarnar fáa, ella hvørjir persónar verða valdir, men eg vil við hesum heita inniliga á tykkum veljarar um, enn einaferð, at sláa manngarð um Fólkaflokkin.

Veljarin fær ikki gjørt meir enn brúkt sín valrætt, og so mugu tey valdu fara til verka at royna a gera samgongu, men tað er eingin ivi um, at valúrslitið eisini fer at hava stóra ávirkan á møguleikarnar hjá flokkinum at koma í eina býráðssamgongu. Jú størri Fólkaflokkurin verður á valinum, jú sterkari fer hann at standa í møguligum samráðingum og telvingum um eina býráðsamgongu.

Eg eri takksom fyri álitið, sum eg persónliga fekk til seinasta val, og eg havi eisini roynt mítt besta at røkt starvið sum býráðslimur. Tað er ein stórur heiður og ábyrgd at sita í býráðnum. Men eisini persónliga havi eg eitt ynski um at sleppa at royna at vera partur av eini komandi samgongu, sum gevur størri møguleikar fyri ávirkan.

Eg eri tí sera takksom, um eg kann fáa tín stuðul á komandi býráðsvali tann 10. november, og eg vil gera mítt besta at liva upp til álitið.

 

Mikladalur, 2. november 2020

 

Herfrí Sørensen,

Býráðslimur og valevni Fólkafloksins