Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú má sethúsamark-naðurin lógarskipast

John William Joensen

skrivar John Jóhannesen

Sjálvvirkandi tíðindatænastan hjá www.john.fo 

Óskilið á sethúsamarknaðinum má steðgast, soleiðis at marknaðurin ikki longur bert verður seljarans og meklarans. Politiski myndugleikin hevur ábyrgdina av at tryggja rættindi keyparans við lóg. Í februar svaraði landsstýrismaðurin í lógarmálum mær í munnligum fyrispurningi, at hann beinan vegin fór í gongd við hesa uppgávu. Nú seti eg landsstýrismanninum nýggjan fyrispurning, fyri at skunda undir málið.

MUNNLIGUR FYRISPURNINGUR TIL JACOB VESTERGAARD, LANDSSTÝRISMANN Í LÓGARMÁLUM, UM AT FÁA LÓGARSKIPAÐ SETHÚSAMARKNAÐIN:

1. Hvussu ætlar landstýrismaðurin at betra um rættarstøðuna hjá fólki, ið skulu út á óskipaða sethúsamarknaðin, fyri at ogna sær bústað?

2. Nær kunnu vit vænta, at lógaruppskot, ið regulerar fastognarkeyp verður lagt fyri løgtingið, eins og fráboðað í ólavsøkurøðuni, soleiðis at m.a. støðulýsing av bústøðum verður eitt lógarkrav, sum somuleiðis gevur sanktiónsmøguleikar?

3. Nær kunnu vit vænta okkum, at lógaruppskot verður lagt fyri løgtingið, ið regulerar meklaravirksemi við lóg?

"Vit skulu við lóg tryggja rættindi og skyldur í samband við keyp og sølu á bústaðarmarknaðinum, m.a. við lóg um fastognarkeyp, har eitt nú støðulýsing verður kravd, og við lóg um húsamekling, ið skal skipa umstøðurnar í sambandi við keyp og sølu gjøgnum húsameklarar."

Soleiðis verður sagt í vælferðarpartinum av Visjón 2015. Hesi orðini vil Javnaðarflokkurin eisini fegin taka til sín og gera til síni egnu. Tí neyðugt er rætta uppá tað óskil, sum í løtuni serliga gongur fyri seg á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðarøkinum. Gjørdi seinast landsstýrismannin varugan við hetta í fyrispurningi 20. februar í ár. Men enn er onki lógaruppskot komið á tingborð.

Ì miðstaðarøkinum er tað eftirhondini ógvuliga torført hjá ungum at fáa føtur undir egið borð. Serstakliga trupul, fyri ikki at siga ómøgulig, eru viðurskiftini hjá ungum barnafamiljum, ið ynskja at seta búgv og byrja eitt lív sum familja í miðstaðarøkinum. Marknaðurin er einans seljarans og meklarans marknaður, meðan keyparin stendur fullkomiliga einsamallur við lítlari og ongari rættartrygd.

Tí er neyðugt skjótast gjørligt at fáa skipað hetta økið við lóg. Støðulýsing eigur at verða krav, eins og ásetingar um saknktiónir í sambandi við skeiva støðulýsing eiga at vera krav. Somuleiðis eigur ognarskiftistrygging at vera eitt krav. Harumframt er stundin komin, at krøv verða sett til meklaravirksemi.

Á Løgtingi 3. september 2007

John Johannessen