Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú melur hann úr ymsum ættum – útsynningur í vænti

Hanus Kjølbro, Sjónám

Nú melur luftin úr ymsum ættum – lágættin kemur, høgættin verður ikki meir. Á myndini, sum er tikin klokkan 15.00, síggjast bæði spennignar í luftini (cirrus) og altostratus. Ímillum hesi sæst sólin skína.

Í løtuni er lítil og eingin vindur – vindmátarar Landverks vísa í miðal 3 m/s. Um ein ella tveir tímar fer vindurin at koma úr útsynningi, men við tí fer eitt brúgvalag eisini at koma. Tað hevur regn við sær.

Í kvøld er brúgvalagið farið framvið, men aftan fyri brúgva lagið eru øki við ælingum.