Í okkara demokratiska samfelag er tað so, at um vit ikki er nøgd við leistin, sum hevur verið, so fáa vit møguleikan at rætta uppá hetta fjórða hvørt ár.
Hesi fýra árini eru nú runnin, og borgarin sleppur nú at meta um, um býráðsins arbeiði er framt á ein nøktandi, skynsaman og ábyrgdarfullan hátt. Tí eri eg fullvísur í, at veljarin hevur alt hetta í huga, nú krossurin skal setast 11. nov.
Sjálvur meti eg, at fráfarandi býrað hevur víst, at tíðin er komin, at nýggj kós má setast. Tað er ikki góður fíggjarpolitikkur at klípa av bleytum virðum, tá á stendur. Vit mugu tryggja borgaranum nakrar grundleggjandi tænastur, sum miðvíst skulu mennast og als ikki skerjast ella hvørva. Lækkar tænastustøði, minkar trivnaðurin í økinum, livilíkindini gerast ótrygg og fólk flytur arðastaðni. Við hesum er onki vunnið.
Fiskivinnan hevur verið tann størsti grundarsteinurin í menningini av Klaksvíkar kommunu. Hetta skal virðast og má mennast, tí hetta er ikki bert ein vinna, men ein partur av okkara samleika. Men trupulleikin er, at ongin stólur kann standa á einum beini. Har vinnuligi búskapurin hevur fá bein at standa á, raka fíggjarligar kreppur serstakliga hart. Eitt komandi býráð má hava fiskuivinnuna í huga og skapa góðar karmar fyri fiskimanninum, men vit mugu als ikki gloyma tær grundleggjandi tænastur, sum eitt nútíðarsamfelag krevur. Her hugsi eg um at fáa tey, ið hava verið burtur í útbúgving aftur til Klaksvíkar. Við fjølbroytni innan búsetingarmøguleikar, tryggum tænastum innan barnaansing, góðum umstøðum til øll skúlabørn í býnum, tryggum helsutænastum, ríkum mentunarlívi, einari heildarætlan fyri miðbýin og vánna og einum fjølbroyttari ítróttar- og býarlívi. Klaksvíkar kommuna má hava fleri møguleikar fyri búseting hjá øllum borgarum í býnum. Eisini fyri støk, og fólk við skerdum førleika – ung sum eldri.
Við okkara núverandi fíggjarligu forteytum verður ikki rúm at gera stórar íløgur komandi árini. Tó eru nøkur øki, sum vit kunnu arbeiða við, hóast alt. Fyrst av øllum mugu vit hugsa um, hvat miðbýðurin skal vera, hvat miðbýðurin krevur útfrá teimum umstøðum sum eru. Vit mugu finna eina miðbýarloysn, ið samantvinnar okkara søgu og samleika við okkara list, mentan, handil, býarlív og náttarlív.
Nú fast samband er við meginøkið, mugu klaksvíkingar duga at síggja møguleikarnar við undirsjóvartunlinum heldur enn forðingarar. Okkara ungdómur hevur langt síðan tikið møguleikarnar, ið tunnilin gevur, til sín og brúkar teir. Rúmið, ið okkara ungdómur ferðast í og hugsar um, er vaksið fleirfaldað. Tey ungu fara har, tey síggja sær møguleikar. Og tað sama ger seg galdandi fyri búsetandi ungdóm. Eru tær grundleggjandi tænasturnar, sum borgarin vil hava, ikki til staðar, so velur borgarin við beinunum heldur enn við krossinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tey flyta har, tey fáa betri tænastur.
Tað sum Klaksvíkar kommuna hevur størstan tørv á komandi árini, er at tryggja ein fíggjarligan stabilitet og at tryggja eitt støðugt tænastustøði fyri øll. Tað er av stórum týdningi at raðfesta neyðugar tænastur og neyðugar broytingar, við skynsomum og ábyrgdarfullum arbeiðshátti, ið er bygt á tað tilfeingi, vit hava.
Runublak og fingravask loysa ongar trupulleikar
Vel c – vel meg
Ragnar Joensen
Valevni Javnaðarfloksins




