Ársins Rósa er eitt av hæddarpunktunum í sambandi við Jólaskipið. Nær Jólaskipið verður á Leirvík og Klaksvík vita vit ikki enn. Tað einasta vit vita, er, at skipið plagar at leggja at í Leirvík kl. 17.00 og á Klaksvík kl. 18.00. Men dagurin er ikki fastlagdur enn.
Evstamark fyri uppskotum um hvør skal fáa Ársins Rósu, er tó fastlagt. Tit skulu koma við uppskotum innan týdsdagin 17. desember kl. 12.00, so takið pennin ella gravi tykkum niður í telduni og sendi inn uppskot.
Uppskot verða at senda til Norðlýsið, Postsmoga 58, 710 Klaksvík. Merkið brævbjálvan ”Ársins Rósa”. Uppskot kunnu eisini sendast um teldupost til oliver@nordlysid.fo




