Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú nærkast Ung í Arbeiði 2015 – tilmelding beinleiðis á klaksvik.fo

Nordlysid

– Tað nýggja í ár er, at nú kunnu tey ungu melda til talgilt ígjøgnum heimasíðuna klaksvik.fo. Harvið fylgja vit upp uppá setningin frá nýliga samtyktu barna- og ungdómsvirðunum, at samskifti ímillum borgarar og kommununa eigur at tillagast nútíðini, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.

– Tað nýggja í ár er, at nú kunnu tey ungu melda til talgilt ígjøgnum heimasíðuna klaksvik.fo. Harvið fylgja vit upp uppá setningin frá nýliga samtyktu barna- og ungdómsvirðunum, at samskifti ímillum borgarar og kommununa eigur at tillagast nútíðini, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.

 

– Eftirmetingarnar av tiltakinum Ung í Arbeiði í fjør vóru sum heild sera góðar, og tí síggja vit fram til at endurtaka tiltakið í summar, sigur Jóhann Lützen.

– Hetta er eisini fult í tráð við “Barna- og ungdómsvirðini”, sum býráðið fyri stuttum hevur samtykt, har tað m.a. er ásett, at “hvørt summar skipar Klaksvíkar kommuna fyri arbeiði til ung fólk í kommununi. Ung fólk mennast m.a. við at hava arbeiði. Tey ungu fáa arbeiðsroyndir, sum tey kunnu taka við sær víðari í lívinum. Tey læra at umgangast nógv ymisk fólk, at veita tænastu og læra at kenna ábyrgd og at forvinna sínar egnu pengar”.

– Í sambandi við eftirmetingarnar var eitt ynski, at vit skuldu gera tilmeldingina meira nútíðarhóskandi við at gera eina talgilda tilmelding á heimasíðuni, sum eisini er í tráð við orðaðu virði kommununnar á hesum øki. Tað er nú gjørt, og vónandi fer hetta at lætta um hjá øllum pørtum.

Ætlanin er, at skipa Ung í Arbeiði í verkætlanum, sum fara at síggjast aftur í umhvørvinum, og út frá stóra áhuganum í fjør kann roknast við, at nógv ung fara at søkja um at luttaka í Ung í Arbeiði í summar. Miðað verður ímóti at bjóða teimum ungu arbeiði í 2 vikur á 40 tímar, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini, sum varðar av Ungum í Arbeiði.

 

Tilmelding – hvussu og hvør?

Umsøkjarar skulu búgva í Klaksvíkar kommunu og verða fyltir 14 ár, áðrenn arbeiðstíðarskeiðið byrjar tann 6. juli 2015, men ikki verða fyltir 17 ár, áðrenn arbeiðstíðarskeiðið er liðugt tann 14. august 2015.

Slóðin til beinleiðis tilmelding er at finna á www.klaksvik.fo, og hon er eisini her: http://www.klaksvik.fo//data/attachments/88A925A6-60BC-4BF8-9177-771AB826B371/96CBC776-7DE2-42B3-8C0A-416B5FFECAB2.pdf

Umsóknarbløð til Ung í Arbeiði kunnu eisini fyllast út við hond og latast Klaksvíkar Kommunu, Miðlan, ella við at senda tey við telduposti til adressuna: klaksvik@klaksvik.fo.

Freistin at søkja er úti 5. juni 2015, og fáa umsøkjararnir tá svar, um teir kunnu verða við í ár, og hvar teir koma at arbeiða.