Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú pisur úr koppi kaga

Oliver Joensen

Henda poetiska myndin hjá Andr. Andreasen kann vera hóskandi yvirskrift, nú KvF barslar við drúgva og tunga burðinum : Høvuðsvinnu føroyinga. Nútíðar fiskivinna okkara verður lýst í trimum pørtum : “Landsstýrisútnevndir milliardingar”, “Oyðandi gávubúðin” og “Dulda sølan av fólksins ogn.” Negativu heitini, á øllum mótum, fyrireikaðu hyggjaran uppá heldur morreyðan og illlittan substans, og so var. Sendingin var sum eitt samanhangandi harmaljóð, ið bert kann geva tjóðini høvi til, í djúpari samkenslu við KvF, at biða Gud signa tey smáu nevini, sum spílaðu seg út at syngja.

Poetiskar assosiatiónir fær hyggjarin frá medvirkandi búskaparfrøðingum, einum einlittum úrvalsliði á nationala setrinum, ið átti týðandi leiklutir í framførðsluni og tí í heilum stungu síni bleiku, sløttu og skínandi andlit fram á skíggjan. Lítið royndar seturspisur, forvitnisliga kagandi upp um tromina á tryggu eggjakoppunum og út í veruleikan, ein ófrættakendan, fremmandan og óndan heim. Við langligum og monotont ákærandi replikkum opinberaðu teir fyri okkum korruptión í viðurskiftum millum vinnu og politikarar. Orðini bóru odiøsan klang í sær, og hyggjarar kundu ikki annað enn fáa kensluna av onkrum ódámligum, hóttandi og beinleiðis kriminellum í bæði politikki og vinnulívi. Nú mundi lítil vón vera fyri bjarging hjá føroysku tjóðini. Ráðandi politikarar høvdu syrgt fyri at balla høvuðsvinnu okkara inn í korruptión, og útlitini vóru syndarlig.

Sendingin hevði nógv lýti. Hon var politiskt litað, og veikleikarnir vóru eyðsýndir. Faktuellir skeivleikir og tokukendar frágreiðingar bendu á manipulatión. Hetta er í onkrum miðlum, helst ikki av órøttum, skírt sum hetz ímóti ávísum politikarum. Harumframt kennist tað hugstoytt, at kenslur sum háðan, illvilji og øvund, t.d. at fiskimenn “tjena líka nógv sum læknar og funktionerar”, ikki kunnu lúkast burtur í slíkum sendingum. Týðandi handverk frá almennum stovni átti at verið betur frágingið. Ikki minst í einum almennum, obligatoriskum, public- service, høvuðsmiðlakendum landsstovni sum KvF.

Tað kom ikki óvart á, at sendingin staðfesti klárt politiskt sundurbýtið millum samgongu og andstøðu, men sera forvitnisligt var at síggja aftur politiska tvíbýtið, sum við eina valdøminum kom ímillum tey, ið eru fyri sentralisering og niðurlegging av skúlum, sjúkrahúsum og stovnum úti í økjunum, og tey, ið eru ímóti einum valdømi og vilja varðveita skúlar, sjúkrahús og menning við almennum stovnum eisini úti í økjunum. Tilfeingisgjald til Havnina – ella kapital til støðuga endurnýggjan av vinnuni, og harvið økt tal av arbeiðsplássum úti um landið, var líkasum høvuðsspurningurin í sendingini. Føroyingar, umboðandi eini 60 % av fólkinum, og sum í mestan mun eru ímóti broytingini til eitt valdømi, eru ikki í iva. Peningurin skal sjálvandi liggja hjá eini vinnu, ið tryggjar menning og arbeiðispláss á sjógvi og úti um landið.

Stór økir í landinum, sum í fleiri áratíggju hava verið politiskt forsømd, hava nú einki álit á politiska systeminum. Norðoyggjar og Eysturoy vóru í tungum sjógvi við uppisjóvarflotanum, men hava við dugnaskapi og ídni bart seg ígjøgnum. Útgerðarfeløgini tillagaðu seg til broyttar fyritreytir, og við stórum vøkstri í tillutaðu kvotunum hava feløgini nú blíðari byr. Í samráð við Suðuroy gjørdi størsta felagið íløgur í økinum til framleiðslur á landi. Øll hesi økini uppliva nú nýggjar tíðir, ella eina nýggja byrjan á haldgóðum støði. Hetta eru dømi um sólskynssøgur, har talan er um arbeiði, framburð og frælsi til fólkið í Føroyum. Men meira skal til fyri at fáa barnafamiljur at støðast og ungdómin at trívast í økjunum.

Fólk vita væl, at vald/makt ofta korrumperar. Vald og makt í einum demokratiskum landi hava tey, ið sita á ovastu rókunum. Løgtingið ger lógir, ið tryggja, at allir borgarar, allastaðni í landinum, eru líka fyri lógini. Rættartrygdin tryggjar borgarunum frið, rættvísi og rættferð. Samfelagsleiðarar, politikarar og embætisfólk hava vald, eins og journalistar og tænastufólk og so mong onnur. Øll kunnu korrumperast og gerast lógbrótarar, sjálvt um stór krøv verða sett fólki á ovastu rókunum. Nógv verður væntað av teimum og teirra ábyrgdarkenslu. Eru hol í lógunum, sum liðaleysir politikarar ikki megna at typpa, so eiga borgarar landsins at nýta demokratisku møguleikar sínar at skifta teir út. Flestu føroyingar eru samdir um, at ein nýggj fiskivinnuskipan er stór avbjóðing hjá teimum fólkavaldu.