Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú sær betur út fyri valluttøkuni

Oliver Joensen

Tá vit vóru í samband við valhølið í KÍ-høllini kl. 16 høvdu 1159 fólk verið á vali og nú nærkast valluttøkuni frá seinasta vali.

Karl Johansen, formaður í valstýrinum sigur, at kl. 16 høvdu 1159 verið á vali í Klaksvík ímóti 1180 við seinasta val.
Karl Johansen sigur, at síðani kl. 14 hevur stríður streymur av fólkið staðið til valborðið. Sostatt hava bert 21 fólk færri greitt atkvøðu hesaferð, so sum tølini síggja út nú, so kann roknast við at valluttøkan verður ikki minni hesaferð enn hon var seinast.