Tað gekk eitt sindur av tíð, til vit sóu laksarnar koma niðan í áirnar í Saksun og Leynum, men í seinastuni hevur bragdað hjá laksafiskarunum.
Um Saksunarvatn sigur formaðurin Josias Jacobsen, at har hevur verið lítið at sæð omaná, men at teir hava ikki fingið so lítið har nú dagurin er styttur. Eg rokni við at onkur er komin upp á einar 15 laksar, ið eru fingnir har.
Um Leynarvatn, sigur Dia Jacobsen úr Leynum, at lítið vatn er í ánni og tí hava laksarnir trupult við at sleppa niðan í løtuni. Hóast fleiri laksar eru at síggja í laksateljaranum, (hann sæst beinleiðis her á síðuni), so er ikki nógvur laksur í ánni. Dia Jacobsen sigur víðari, at tað er fyri tað mesta teir, ið hava fiska við agni, ið hava fingið laksar. Eg veit í hvussu so er um ein, sum hevur fingið 15 laksar vi agni.
Dia Jacobsen letur væl at tilgongdini. Hetta er tað mesta vit hava sæð koma niðan á vatnið í fleiri ár. Í august mánaða var tað fyri tað mesta ársgamal laksur, sum kom niðan, men nú í seinastuni eru nakrir stórir um 20 pund komnir ígjøgnum laksateljaran. Um sjósílini sigur Dia, at fitt av sjósílum hava verið at sæð í ánni og í laksateljaranum. Men eg haldi ikki at fiskiskapurin hevur verið serliga góður tá hugsað verður um at næstan 900 laksar eru farnir niðan. Eg haldi at veðrið hevur verið ov gott, tað hevur verið ov stilt á vatninum. Annars siga veðurmenninir frá eysturætt og regni ídag, men eysturættin er ikki regnætt her hjá okkum, sigur Dia Jacobsen úr Leynum, men sjálvandi nú er so nógv útligið, at kanska fer tað at gera mun.
Rokna verður við, at laksarnir koma niðan ánna út í oktober mánaða, so enn kann nógv koma upp, leggur hann afturat.




