Nú skal bráfengis listin til ellisheimini og sambýlini burtur. Yvirtøkan av eldraøkinum er ein rættuliga stór og krevjandi uppgáva, sum er løgd á herarnar á kommununum. Ein av stóru trupulleikunum hjá teimum sum hava brúk fyri plássi, er at ellisheimini ikki hava nokk av plássum. Sjálvandi vilja tey flestu gjarna vera heima hjá sær sjálvum sum longst, men vit vita at hjá summum ber tað ikki til, og tey skulu hava hjálp. Longu áðrenn kommunurnar yvirtóku eldraøkið, høvdu eldraheimini ein langan bráfengis lista. Tað sær út til at støðan ikki er batnað, síðan kommunan fekk uppgávuna at røkja. Í dag standa 15 fólk, sum hava brúk fyri hjálp her og nú, á listanum. Hesir 15 borgararnir hava brúk fyri einum tryggum og góðum plássi at vera, og familjurnar hjá teimum hava eisini tørv á avlasting, tí sum nú er, noyðast tey at taka á seg uppgávur, sum ellisheimini eiga at taka. Komandi býráð eigur og skal loysa hendan trupulleikan. Hetta eru fólk sum hava liva eitt langt lív og givið eina rúgvu til okkara samfelag. Tað er okkara skylda at vit fáa hetta uppá pláss sum skjótast.
Jan Gardar
Fólkaflokkurin




