Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri var sera avgjørdur tá vit tosaðu við hann um grundstykkjaspurningin í Klaksvíkar Kommunu. Vit skulu hava fleiri grundstykkir klár í ár.
Klaksvíkar Býráð fer nú undir víðari útstykking á Grashjalla. Økið sum talan er um liggur omanfyri ábygdu útstykkingina á Grashjalla.
Úr vegastubbanum, sum er við niðankoyringina til Grashjalla og sum vendur suðureftir, verið byrjað.
Vegurin til útstykkingina fer fyrst nakað suðureftir og so norðuryvir aftur. Kommunan fer her at útstykkja 50 grundstykkir, og eftir ætlanini skulu hesi vera klár í ár.
Afturat hesum grundstykkjum rokna vit eisini við at fáa eini 20 grundstykkir við fyrsta stigið av ætlanini um ringvegin úr Uppsalagøtu í vegin Undir Hálsi.
Klaksvíkar Kommuna hevur ídag ein bíðilista eftir grundstykkjum uppá umleið 150 og Steinbjørn O. Jacobsen metir, at hetta er alt ov langur bíðilisti og tí fer kommunan nú undir at leggja alla orku at gera útstykkingar soleiðis at kommunan kann nøkta eftirspurningin eftir sethúsagrundum.
Samfelagið hjá okkum stendur fyri stórum abjóðingum komandi árini og tí er umráðandi at vit kunnu nøkta eftirspurningin eftir grundstykkjum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri at enda.




