Í strembanini eftir at menna kvinnufótbóltin, lýsir KÍ til fund í KÍ høllini í kvøld kl. 19.00 har øll við áhuga fyri kvinnufótbólti verða biðin at møta.
Í tíðindaskrivi til Norðlýsið, sigur fótbóltsdeildin hjá KÍ: Til øll tey, sum hava áhuga fyri kvinnutótbóltinum hjá Klaksvíkiar ìtróttarfelag.
Fundur verður á loftinum í KÍ-høllini týskvøldið kl. 19.00.
Evni: Menning av kvinnudeildini, Kvinnunevnd, Annað.
Møtið stundisliga og fjølment.




