Í Norðlýsinum, sum verður í kioskunum ídag, lýsir P/F KÍ-Høllin eftir leiðara til høllina og umsóknarfreistin er 15. februar í ár.
Sagt verður í lýsingini um P/F KÍ-Høllina at partafelagið er stovnað av Klaksvíkar Ítróttarfelag og Norðoya Sparikassa og at felagið verður stjórnað av eini nevnd og endamálið er at eiga og reka Ítróttarhøllina. Fyrstu árini er ætlanin at nýmótansgera høllina, so hon verður ein innbjóðandi karmur fyri ítrótt og mentunartiltøk í Klaksvík.
Eftir ætlan skal leiðarin til arbeiðis 1. maj 2006.
Sum sagt, meira í blaðnum ídag.




