Sum nývaldur formaður í Teknisku Nevnd fari eg at stríðast fyri, at býráðið hesi komandi árini skal játta pening til liðugtgerð av arbeiðum og viðlíkahald av kommununi sum heild, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Sum nývaldur formaður í Teknisku Nevnd fari eg at stríðast fyri, at býráðið hesi komandi árini skal játta pening til liðugtgerð av arbeiðum og viðlíkahald av kommununi sum heild, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
– Í løtuni eru fleiri vegagerðir, sum ikki eru gjørdar heilt lidnar, og summar av hesum hava staðið soleiðis í fleiri ár, uttan at tað hevur eydnast býráðnum at finna neyðuga peningin til liðugtgerð, sigur nývaldi formaðurin í Teknisku Nevnd, Steinbjørn O. Jacobsen, sum hevur drúgvar royndir á hesum øki, bæði sum borgarstjóri í átta ár, og áðrenn tað var hann eisini formaður í Teknisku Nevnd.
– Uttan gott tol frá borgarunum hevði tað verið trupult, og tað er einki at ivast í , at fleiri mugu brynja seg við toli í eina tíð aftrat, tí Klaksvíkar Kommuna er stór, og tað er nógv um at fara.
– Men tá ið tað er sagt, so vil eg leggja dent á – sum eg eisini segði áðrenn býráðsvalið – at nú er tíðin komin at fáa gjørt nakrar av hálvlidnu íløgunum lidnar, sigur nývaldi formaðurin í Teknisku Nevnd.
Tekniski parturin er afturútsigldur
– Hesi seinastu árini hava vit upplivað eitt rák í samfelagnum, har trendurin er at taka tann bleyta partin av politikkinum fram um tann harða, sum er vegir, gongubreytir, bygningar, asfaltering, kloakkering, vatnveiting, gøtuljós, ídnaðarøki, bústaðabygging o.s.fr. o.s.fr.
– Sjálvandi eiga vit ikki at seta hesi upp ímóti hvørjum øðrum, tí annað er ikki meira týðandi enn hitt. Tvørturímóti hava bæði tingini í veruleikanum líka stóran týdning, tí bæði tað harða (innihaldsliga) og tað bleyta (karmarnir) má raðfestast, um vit skulu skapa trivnað og vøkstur í kommununi.
– Men tey seinastu árini hevur rákið verið so hart til frama fyri tey bleytu, politisku málini, at hetta í ov stóran mun hevur gingið út yvir tann tekniska partin av kommununi, soleiðis at bæði asfaltering og liðugtgerð av vegagerðum og útstykkingum hava ligið og bíðað alt ov leingi, staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd, sum komandi 4 árini fer at standa á odda fyri hesum partinum av kommunala arbeiðnum.
– Sjálvandi fer tað at taka tíð, og alt kemur ikki í senn, men sum formaður í Teknisku Nevnd kenni eg tað sum eina av mínum fremstu ábyrgdum at arbeiða hart fyri hægri játtanum til hetta málsøki komandi árini, tí annars kann upptøkan gerast enn dýrari fyri kommunukassan.




