Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú skal ríkidømið út í hvørt heim!

Helena Dam á Neystabø

Um tú ynskir at jagstra tann amerikanska dreymin, far so til Norðurlond!

Nakað soleiðis stóð at lesa í einum stórum amerikanskum blaði herfyri. Hví eru norðurlond heimsins bestu lond at liva í? Orsøkin er, at vit hava funnið gyltu javnvágina millum eitt frítt og kappingarført vinnulív øðrumegin og ein sterkan felagsskap hinumegin.

Ídni og vinnuligt dugnasemi skal løna seg. Tey veiku skulu loftast. Og øll skulu hava ein møguleika. Hetta er tann amerikanski dreymurin í verki. Hetta er sálin í einum ríkum og frælsum vælferðarsamfelagi.

Men seinastu fýra árini hava vit tíverri førkað okkum burtur frá hesi skipan. Tey ríku hava fingið meiri, tey fátæku hava fingið minni, og ríkidømið savnast á alt færri hondum. Tann gongdin skal vendast nú, og Javnaðarflokkurin er trygdin fyri at venda gongdini.

Komandi valið snýr seg um, hvørt vit skulu dagføra og langtíðartryggjað heimsins bestu vælferðarskipan, ella um vit skulu førka okkum enn longur burtur frá hesi skipan við framhaldandi at økja um stættarmunin, ójavnan og eina demografiska ójavnvág, sum í longdini er størsta hóttanin ímóti føroyska vælferðarstatinum.

Tí fari eg at virka fyri:

* At lág- og meðalinntøkur nú fáa tann skattalættan, sum tey áttu at fingið fyri fýra árum síðani

* At øll virði ikki savnast á nøkrum fáum hondum, og at allur vinningurin ikki fer av landinum

* At munagóðar íløgur verða gjørdar í útbúgvingar og yngra ættarliðið, so fleiri ung og barnafamiljur støðast í staðin fyri at rýma

* At fólkapensjónistar fáa eina munadygga hækking

Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin