Í vikuni var fyrsti fundur í dómsnevndini, sum er sett at skipa fyri navna- og búmerkjakapping fyri nýggja samanlagda skúlan, og er avgerð tikin um at skipa fyri tveimum atskildum kappingum, har tann fyrra einans verður navnakapping.
Í vikuni var fyrsti fundur í dómsnevndini, sum er sett at skipa fyri navna- og búmerkjakapping fyri nýggja samanlagda skúlan, og er avgerð tikin um at skipa fyri tveimum atskildum kappingum, har tann fyrra einans verður navnakapping.
Á býráðsfundinum 26. mars 2015 samtykti Klaksvíkar Býráð at seta eina dómsnevnd at skriva út eina navna- og búmerkjakapping fyri nýggja, samanlagda skúlan í Klaksvík, og at tilmæli frá dómsnevndini verður lagt fyri nevndir og býráð til støðutakan.
Í dómsnevndini, sum er sett at skipa fyri kappingini og at gera tilmæli, eru vald Jóhann Lützen, nevndarformaður, Edward Fuglø, Andras Sólstein, Vagn Foldbo, Jastrid Gulaksen, John Færø og Tonja Ziskason, sum er skrivari hjá dómsnevndini.
Upprunaliga var ætlanin at skriva út eina navna- og búmerkjakapping, men nevndin samdist um, at skriva út eina navnakapping fyrst og síðani, tá henda er avgreidd og navnið funnið, eina búmerkjakapping. Nevndin var samd um, at henda mannagongd er tann skilabesta, m.a. tí talan er um tvær rættiliga ólíkar kappingar, har navnakappingin appellerar til málsligar, søguligar og landafrøðiligar førleikar, meðan búmerkjakappingin meira dúvar uppá skapandi og sniðgevandi førleikar hjá fólki. Eisini er navnið ofta ein týðandi fortreyt, táið eitt búmerki skal finnast og formast. Tí metir nevndin, at besti og eisini tryggasti leisturin er at hava kappingina í tveimum atskildum kappingum – fyrst navnið og so búmerkið.
Navnakappingin, sum verður opin fyri øll at luttaka, verður skrivað út í næstum við lýsing, sum verður sett í bløð og miðlar, har kappingartreytirnar verða nærri útgreinaðar.
Virðislønin fyri navnakappingina verður kr. 5.000,- og er ætlanin er, at navnakappingin skal verða liðug um ein mánað, og síðani verður búmerkjakappingin skrivað út. Miðað verður ímóti, at bæði navna- og búmerkjakappingin eru av innan summarfrítíðina, soleiðis at bæði navn og búmerki fyri nýggja, samanlagda skúlan í Klaksvík fyriliggja




