Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú skal tað vera hjá EB/Streymi/Skála

Jákup Ósá

Markantur styrkur til fremsta avbjóðaran hjá KÍ kvinnunum.

EB/Streymur/Skála hevur seinastu árini verið harðasti kappingarneyti hjá KÍ kvinnunum. Ofta hevur eisini verið spennandi kapping langt út í kappingarárið, men hvørjaferð hava KÍ kvinnurnar drigið longra stráið og vunnið føroyameistaraheitið. Nú hevur samanlagda liðið gjørt nakað eyka fyri at steðga FM sigursrøðini hjá KÍ, tí ein av størstu profilunum í føroyskum fótbólti seinastu árini skiftir nú til EB/Streym/Skála. Talan er um 27 ára gomlu Heidi Sevdal, ið hevur skorað 167 mál í 158 dystum í bestu kvinnudeildini. Seinastu árini hevur hon spælt við HB. Hon var toppskjútti í kvinnudeildini í 2013, 2014 og 2015.


EB/Streymur skrivar soleiðis:


Føroya besti kvinnuleikari seinastu árini hevur gjørt avtalu við EB/Streym/Skála. Heidi Sevdal er ikki ein og hvør í føroyskum kvinnufótbólti, hon var kosin ársins leikari frá 2013, 2014 og 2015. Hesi árini var hon eisini toppskjútti í fremstu kvinnudeildini. Í fjør átti Heidi barn og tískil leikti hon bert 7 dystir, men í ár er hon aftur klár til fótbólt og verður hon ein stórur styrkur fyri okkum.

Heidi hevur leikt 158 dystir í bestu kvinnudeildini og skoti 167 mál. Eisini hevur hon leikt 39 A-landsliðsdystir og skoti 17 mál.

Harleywoodpaint