Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú sleppur Ferguson ikki at velja

Ítróttur

Manchester United hevur mist álitið á Sir Alex Ferguson.

Tað verður ikki Sir Alex Ferguson, sum einsamallur sleppur at útnevna komandi Manchester United venjaran.

Í ensku miðlunum ljóðar, at Glazer familjan, sum eigur Manchester United, hesaferð ynskir at fáa ein størri leiklut, tá komandi venjarin skal nevnast eftir, at David Moyes fekk sekkin fyrr í vikuni. Felagið ”brendi” seg seinasta summar, tá Sir Alex Ferguson einsamallur slapp at velja sín avloysara og hesin feilurin verður ikki gjørdur umaftur, skriva teir flestu ensku miðlarnar.

Ferguson verður tó við í einum bólki av 6 monnum, sum koma at velja komandi Manchester United venjaran. Hinir vera Sir Bobby Charlton, Ed Woodward, Richard Arnold, Joel Glazer og Avram Glazer. Teir flestu sita í leiðsluni.

Luis van Gaal er favorittur at fáa starvið, har Roy Keane er nevndur sum evt. hjálparvenjari.