Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú stýrir Kaj Leo í HB

Jákup Ósá

Fyrrverandi løgmaður verður nú formaður í HB.

Fyrrverandi løgmaður verður nú formaður í HB.

HB hevði aðalfund í kvøld. Á skránni var m.a. val av starvsnevnd og har var seinni avgjørt, at fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo H. Johannesen verður nýggjur formaður í HB. Kaj Leo hevur drúgvar royndir sum fótbóltsleikari og var í síni tíð millum bestu málverjar í landinum. Í Klaksvík er hann enn tann dag í dag nærum ein hetja fyri dystin móti B36 í 1991, tá HB veitti KÍ eina hjálp í seinasta umfari soleiðis, at KÍ, hóast tap í Sarpugerði móti GÍ, tryggjaði sær føroyameistaraheitið. Nú skal Kaj Leo taka yvir eftir Finnboga Arge, ið hevur sitið sum formaður seinastu árini. 
HB endaði á 5. plássi síðsta kappingarár í Effodeildini.