Nú vit í Degi og Viku sóu Føroya Náttúrugripasavn seta fylgisveinasendarar á fýra kópar, kundi eg hugsað mær at vit eisini settu somu merkir á fýra politikarar
Tað er áhugavert at fylgja við hvussu omanfyri nevndu kópar hava ferðast síðan teir vóru merktir fyrst í hesum mánaðinum. Teir ferðast sera víða – tí hetta stutta tíðarskeiði hava teir verið norðanfyri Viðoynna, eystanfyri Fugloynna, suður um Stóru Dímun og vestur um Mykjunes.
Aðrir skøltar
Tað sum fekk meg at tríva í pennin var at hesir somu sendarar, sum vera límaðir niður á skøltin á kópunum – til støddar sum ein svávulpinna eskja – høvdu óivað kunnað verið brúktir til eina aðra – minst líka áhugva verda kanning.
Við at fest teir á skallan á fýra av harmæltastu Føroyar-sum-eitt-valdømi-politikarum, høvdu føroyingar fingið týðandi vitan um hvar hesir búðleikast og hvussu víðja teir ferðast her á landi.
Fremstu kandidatarnir til at fingið sendara høvdu óivað verið Edmund Joensen, Finnur Helmsdal, Kári P. Højgaard, Poul Michelsen, John Jóhannesen, Lisbeth L. Petersen, Óli Breckmann og Anita á Fríðriksmørk. Aðrir kanditatar eru eisini og eg fari beinanvegin at biðja um umbering um eg havi gloymt onkran, men hetta eru teir sum í skrivandi løtu fella mær í huga.
Zakarias Wang um Gerrymandering
Í sambandi við viðgerina av uppskotinum hjá Sjálvsstýrisflokkinum, sum fall, skrivaði Zakarias Wang hetta um tey sum vilja broyta vallógir.
”Tað er ikki óvanligt at tey, ið vald hava til at broyta vallógir, royna at smíða tær til egnan fyrimun. Ein av teimum monnum, sum skrivaðu undir frælsisyvirlýsingina hjá USA í 1776, gjørdist seinni guvernørur í Massachusetts. Hann bar ótta fyri, at hann ikki varð afturvaldur, og fyri at betra um møguleikarnar broytti hann í 1812 mark millum valdømini. Hann æt Elbridge Gerry, og at broyta valdømini til egnan fyrimun hevur síðan á enskum máli verið kallað gerrymandering. Henda mannagongd er framvegis kend í USA, og nú hevur Schwarzenegger guvernørur í California skotið upp, at markini millum valdømini skulu ásetast av dómarum og ikki av nøkrum av teimum fólkavaldu. Hetta verður longu gjørt í nøkrum av teimum amerikonsku deilstatunum.”
Um motivini hjá Føroyar-sum-eitt-valdømið politikarunum eru sum tey hjá guvenørinum í Massachusetts, skal eg sjálvandi ikki døma um, men tað er eingin ivi um at verður Føroyar eitt valdømi fara vit at síggja eina munandi lækking í valluttøkuni – sum í Føroyum er sjálvsama høg, samanborin við onnur lond.
Tá Føroyar verða eitt valdømi fara tey, sum eru næst politiska systeminum, at hava bestu møguleikarnar og tí verður Suðurstreymur avgerandi fyri hvør tað er sum stilla upp og hvørji verða vald.
Í dag arbeiða veljarafeløg kring alt landið við at reka fólk á val og eingin ivi er um at hetta græsrótararbeiði doyr sama dag, sum Føroyar verða eitt valdømi.
Eg má siga sum er, at eg eri ógvuliga svartskygdur um føroysku politisku skipanina tann dag vit bert vera eitt valdømi.
At tingmannabítið millum flokkarnar skal vera fremsta málið við eini tingskipan eri eg grundleggjandi ósamdur í.
Størri týdning hevur tað at borgarin kring alt landið er umboðaður á tingið.
John William Joensen
Formaður í Norðoya Sambandsfelag




