Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú tekur tú rívan til Rodmund

eyðgunn samuelsen

Nú Rodmund Nielsen í lesarabrævið fegnast um “breiðu semjuna” millum samgongu og andstøðu um fíggjarlógina, er neyðugt, at koma við nøkrum rættleiðingum.

Nú Rodmund Nielsen í lesarabrævið fegnast um “breiðu semjuna” millum samgongu og andstøðu um fíggjarlógina, er neyðugt, at koma við nøkrum rættleiðingum.

Talan er nevniliga als ikki um nakra breiða semju, men um eina partssemju um ávís øki á fíggjarlógini. Hetta, tí vit ynskja ikki at verða brúkt sum skálkaskjól fyri samlaða, førda fíggjarpolitikkin.

Tað var ikki uttan ampa, at andstøðuumboðini í fíggjarnevndini gingu við til eina partssemju við samgongumeiriltan. Vandin lá í, at meirilutin fór at misnýta hesa partssemju til at siga, at nú tekur andstøðan undir við førda fíggjarpolitikkinum hjá samgonguni. Vit tóku tó hendan vágan á okkum, og vónaðu, at meirilutin í fíggjarnevndini var so mikið at sær komin, at hann ikki fór at misnýta hetta álit. Tíverri fóru vit skeiv.

At vit gingu við til eina partsemju merkti, at vit, eitt nú, fingu raðfest hesi økir :

Lækking av ferðaseðlakostnaði hjá ferðandi við skipum hjá SSL, íverksetarahúsið, talgilding av bandasavni KVF, Musikskúlin, Ráðgevingin fyri føroyingar í Keypmannahavn, Føroya Symfoniorkestur,Filmslist,Barnabati Kreppumiðstøðin, fyriskipannir fyri heimleys, lesi- og skriviveik og ÍSF. Harumframt settu vit pening av til viðlíkahald av Magnusi Heinasyni, havnina í Hvannasundi og raðfesting av ellisheiminum á Sýnini.

Í minnilutaálitinum gjørdu vit púra greitt, at vit taka ikki undir við fíggjarlógini hjá samgonguni og ei heildur teirra fíggjar- og búskaparpolitikki. Tí løgdu vit fram okkara egna fíggjarlógaruppskot, sum byggir á ein stimbrandi búskaparpolitikk og ikki spari- og niðurlagingar politikkin hjá samgonguni.

Niðurstøðan er tíverri, at vit fegnast um tær uppraðfestingar, ið tað eydnaðist okkum at fáa framt, men at vit samstundis staðfesta og ásanna, at samgongulimirnir í fíggjarnevndini ikki tykjast búnir at gera semjur við.

Aksel V Johannesen og Eyðgunn Samuelsen, fíggjarnevndarlimir

Vit gjørdu tó púra greitt í álitinum, at vit ikki tóku undir við fíggjarlógini hjá samgonguni og ei heildur teirra fíggjar- og búskaparpolitikki. Andstøðan legði tí sítt egna fíggjarlógaruppskot fram, ið byggir á ein stimbrandi politikk, ið er eitt greitt alternativ til spari og niðurlagingar politikkin hjá samgonguni. Hóast tað eru nakrar góðar raðfestingar, í samtykta fíggjarlógaruppskotinum, so tørvar okkum framvegis ein stimbrandi fíggjarpolitikk.


Glottar at hóma í samtyktu fíggjarlógini

Eins og tað er siðvenja aðrastaðni so valdi minnilutin at gera eina partvísa semju við meirilutan, um nøkur økir á fíggjarlógini. Hetta merkti, at semja var um at lækkað nakrar lógarbundnar játtanir og at uppraðfesta aðrar játtanir, ið vit hildu tað verða átroðkandi at raðfesta.