Jákup Veyhe, sum higartil hevur spælt fyri fleiri útseldum salum í Norðurlandahúsinum við one-man-showinum “Meðan vit liggja við Kaj”, verður komandi vikuskifti at síggja í Løkshøll í Runavík
Innihaldið er undirhald, stand-up, satira, sangir og monologar. Ummælini hava verið serstakliga góð og higartil hava allar sýningarnar verið útseldar.
Spælt verður fríggjakvøldið klokkan 19.30 í Løkshøll.
Atgongumerki fáast á Kunningarstovunum og á heimasíðu Norðurlandahúsins www.nlh.fo




