Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú verður rundkoyringin skjótt veruleiki

John William Joensen

Í vikuni sóust menn á økinum í Vágsbø, har rundkoyringin er ætlað og ørindini vóru at fáa kunning áðrenn tilboðini skulu vera inni um ger av rundkoyring.

Tað var millum annað Tekniska Umsiting hjá Klaksvíkar býráð, sum saman við øðrum svaraði spurningum og greiddi frá fyri teimum, ið hava hug at bjóða upp á arbeiði at gera rundkoyringina við posthúshornið.
Tilboðini til rundkoyringina skulu vera inni 27. februar og roknað verður við at farið verður undir arbeiðið skjótt eftir at tilboðini eru latin upp aftur.

Edvard Fuglø og
Heðin Heldarskarð
Umframt teknisku tekningarnar av rundkoyringini, hevur býráðið eisini latið eina modellskitsu av rundkoyringini og vísir hendan hvussu býráðið ímyndar sær at rundkoyringin skal síggja út tá hon endaliga er liðug.
Tað eru teir báðir Edvard Fuglø og Heðin Heldarskarð, ið hava gjørt modellið.
Inni á grasvøllinum á rundkoyringini skulu eftir teirra uppskoti standa fýra grótsoylur við eini skál inni í miðjuni, har vatn skal renna tó ikki eitt sokallað springvatn.

Norðanfyri
kirkjugarðin
Projektið sjálvt viðvíkjandi rundkoyringini sær í hvussu so er gott út. Eitt sum ein kanska kann ivast í, er hvussu fer at ganga við ferðsluni í Vágstúni eftir at rundkoyringin er komin.
Sum er er ikki serliga atkomiligt frá posthúsinum og niðan í Vágstún hjá bilum og tá nú vegurin norðanfyri skal gerast til bæði omankoyring og niðankoyring, tá stongt verður omanvið hjá Kál, fer bert tíðin at vísa.

Harleyfacadeacryl