Í galdandi grannskoðaralóg er ásett, at øll góðkend grannskoðaravirki í landinum skulu hava óheft góðskueftirlit. Hetta er ásett, fyri at Føroyar skulu liva upp til altjóða krøv á grannskoðaraøkinum. Fyrstu eftirlitini vórðu framd í Føroyum í 2011 av donskum eftirlitsfólkum. Talan var tá um sonevnd tænastueftirlit. Við tíðini er ætlanin, at øll góðkend grannskoðaravirki skulu hava fult eftirlit.

Í Føroyum eru í dag umleið 10 góðkend grannskoðaravirki, herav 3 løggild og 7 skrásett.
Í september 2014 fekk NUMO, løggilt grannskoðanarvirki, sum fyrsta og higartil einasta løggilda grannskoðaravirki í landinum fult vanligt eftirlit útint av donskum óheftum eftirlitsfólkum.
Eftirlitið gav ikki orsøk til uppfylgjandi eftirlit. Næsta vanliga eftirlit verður í seinasta lagi í 2017.
NUMO hevur eisini kontór í Klaksvík.