Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Núpur gjørt góðan túr norðanfyri

Jákup Ósá

Núpur landar í morgun á Kósini.

Núpur hevur roynt norðanfyri. Hann hevur gjørt 9 setur og hevur 150.000 pund, har helvtin er hýsa og síðani er nakað av toski og longu. Skiparin, John Kári Jacobsen, sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at teir eru væl nøgdir við túrin, tí hetta skuldi ikki verið besta fiskitíð, sum hann tekur til. Veðrið hevur verið gott burtursæð frá síðsta degnum.

 

Við Núpi hendan túrin vóru 14 mans. Myndirnar eru tiknar í morgun, tá menn riggaðu av, og onkrir skóru sær nøkur hýsufløk. Kl. 06.00 byrjaðu menn frá Kósini at landa.