Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi Akraberg komin á Fuglafjørð

Oliver Joensen

Akraberg kemur í føroyska flotan ísaðin fyri Vesturvón. Tað er felagið Framherji við Anfinni Olsen, ið eigur nýggja skipið, sum er um 21 metrar longri enn Vesturvón og ein metur breiðari.

Akraberg kemur í føroysku flotan ísaðin fyri Vesturvón. Tað er felagið Framherji við Anfinni Olsen, ið eigur nýggja skipið, sum er um 21 metrar longri enn Vesturvón og ein metur breiðari.

Vit fingu skiparan, Eyðun á Bergi á tal. Eyðun sigur okkum, at teir komu á Fuglafjørð kl. 8.30 í morgun. Fabrikkin hjá okkum er ikki rættuliga klár, so her eru nógvir handverkarar ígongd enn. Talan er um fabrikkina, ið skal skráskera og frysta makrelin, ið vit helst skulu fáa nakað av.

Tá makeltíðin er av, verður aftur meira bygt umborð á Akrabergi, tí tá skal flakafabrikkin til tosk og hýsu setast í skipið, soleiðis at vit vera klarir at fara í Barentshavið.

Nýggi Akraberg er stórur og tekur nógv, sigur Eyðun á Bergi. Hetta er eisini gjørt við atlitið til, at kunna frysta sum mest av rundum fiski. Seinastu árini hava normenn brúkt nógv tann háttin at heilfrysta fiskin úr Barentshavinum, tí tað hevur víst seg at roynast betur enn at skera til flak umborð.

Uppá fyrispurning okkara um hvat Eyðun á Bergi roknar við at skipið fer at lasta av fiski, sigur hann, at teir gjarna skuldu kunna havt 1000 tons á plattum í lastini, og eini 1500 tons av leysum.

Tað er nevniliga so, at tá vit fara á makrelveiðu, so verður makrelurin flokkaður í støddir, frystur og pakkaður á plattar á fabrikkini og síðani koyrdur í lastina, hetta fyri at vit kunnu gera so skjótt av við landing, sum gjørligt.

At gera skjótt at í havn er ikki so átrokandi tá vit hava fiska tosk og hýsu í Barentshavinum, og tí rokni eg við, at vit, serstakliga um vit fara at frysta runt, fara at hava leyst í lastini.

Tað hevur víst seg seinnu árini, at normenn hava gjørt alsamt meira av at fryst fiskin kruvdan við høvdi. Hetta orsakað av, at um fiskurin verður avhøvdaður, so hevur skurðurin lætt við at blíva frostbrendur áðrenn hann kemur í maskinurnar á flakavirkjunum, og tí má tað skurðurin skerast av, aðrenn fiskurin fer í framleiðsluna. Førir tú fiskin við høvdi og til lands, so er hann lættari hjá okkum at pakka, og eisini kann høvdið  gagnnýtast á landi.

Vit rokna við, at arbeiðið sum eftir er at gera, aðrenn vit kunnu fara á makrelveiðu, kemur at taka umleið eina viku, sigur Eyðun á Bergi, skipari á nýggja Akrabergi at enda.