Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi blaðstjórin lætta uppgávu

Norðlýsið

Trý ítøkilig ráð frá Bill Justinussen til nýggja blaðstjóran á Dimmu, Árna Gregersen

Eg fari at ynskja Árna Gregersen tillukku og góða eydnu við nýggja starvinum sum blaðstjóri á Dimmalætting. Blaðið hevur havt tungan rakstur seinastu tíðina, og fari eg her at geva nýggja blaðstjóranum 3 ítøkilig ráð, sum fara at venda gongdini:

1.    Gevist við at skriva niðurgerandi um kristnu virðini í samfelagi og fólki okkara.
2.    Gevist við at ganga ørindi fyri máttmiklar bólkar, sum hava heft heitið ”minniluti” á seg sjálvar.
3.    Greið blaðfólkunum frá, at tey eiga at geva rúm fyri øllum sjónarmiðum, og at vera óheft.

Í bestu meining.

Bill Justinussen
løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Harleyfacadeacryl