Nú er nýggi bygningurin í Viðareiðis Skúla vígdur og er alment klárur til brúk. Hetta var framt á samkomu leygardagin, tá ið nógv fólk var samankomið. – Bæði næmingar og lærarar gleðast, nú nýggi bygningurin er komin, tí áðrenn var heldur trongligt hjá øllum at rúmast.
Nú er nýggi bygningurin í Viðareiðis Skúla vígdur og er alment klárur til brúk. Hetta var framt á samkomu leygardagin, tá ið nógv fólk var samankomið. – Bæði næmingar og lærarar gleðast, nú nýggi bygningurin er komin, tí áðrenn var heldur trongligt hjá øllum at rúmast.
Nógvar fúsar røddir vóru á røðarapallinum hendan dagin. Limir úr Viðareiðis Kommunu, bygdafólk, skúlastjórin, limir í Mentamálaráðnum og bispur og onnur. Ein hátíðarløta hjá viðingum.
Tað er eingin loyna, at seinastu árini hevur verið ov trongligt í Viðareiðis Skúla. Teir yngstu flokkarnir hava hildið til uppi í Missiónshúsinum, sum er tætt upp á skúlan. Hetta hevur ikki verið nøkur varandi loysn.
Næstsíðsta valskeið hildu bygdaráðslimir við núverandi borgarstjóra, Hans Jákup Kallsberg, á odda, at nú var nokk. Støða varð tikin til, at byggjast skuldi upp í skúlan. Ein neyðug avgerð.
Eldri parturin av Viðareiðis Skúla varð vígdur 6. desember í 1986 av bispinum Eyvindi Wilhelm. Tá var gamli skúli frá 1886 vorðin ov lítil. Hundrað ár í millum hesar skúlar. – Í Januar varð uppíbygningurin reistur og leygardagin varð hann alment tikin í nýtslu.
Viðareiðis Kommuna er ein av fáu kommununum í Føroyum, ið standa í vøkstri. Og tískil má hetta verða ein týðandi bygging fyri framtíðarmenningina hjá kommununi.
Í komandi blaðnum hjá Norðlýsinum verður enn meira at lesa um hátíðardagin og skúlabyggingina, umframt at afturlítandi tilfar verður um skúla á Viðareiði.
Hesar myndirnar hevur Norðlýsið fingið frá Gunrið Kallsberg og Helenu Kallsberg. Stór tøkk verður veitt teimum fyri vælvild.




