Reyni Service sýnir fram nýggja Corolla bilin frá Toyota í hølunum norðuri á Stangavegnum. Harafturat hava teir nógvar brúktar bilar.
Eivind av Reyni, stjóri sigur við Norðlýsið, at nýggi Corollabilurin hevur verið sera væl umtóktur síðani hann kom á marknaðin. Hann hevur tilnavnið Face Lift og vísir hetta á, at gamla modellið, við hesum nýggja hevur fingið eitt sindur annarleiðis snið.
Vit hava fleiri nýggjar bilar her norðuri á Reyni Service ídag afturat teimum brúktu bilunum og vit hava opið líka til klokkan fýra.




