B36 hevur sett venjaratoymið fyri 2021.
John Petersen og Róaldur Jakobsen vera hjálparvenjarar, meðan Hans Jørgensen verður málmansvenjari. Fysiskur venjari verður Svein Rógvi Nielsen Ljósstein. B36 skrivar soleiðis: Fysiskur venjari verður Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum einamest man vera væl kendur úr føroyska kappróðrarumhvørvinum, umframt at hann var stovnari av Full Power í Klaksvík.
B36 endaði á 4. plássi í landskappingini í 2020.



