Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggi NSÍ venjarin hevur vant Ísland, Stoke og Barnsley

Jákup Ósá

Á ársveitsluni hjá NSÍ í gjár varð nýggi venjarin kunngjørdur. Talan er um ein sera royndan venjara.

NSÍ skrivar soleiðis:

Guðjón Þórðarson er 63-ára gamal og kemur frá Akranesi í Íslandi. Sum leikari hevur hann spælt yvir 400 dystir í bestu íslendsku deildini.

Sum venjari hevur Guðjón sera nógvar royndir. Hann hevur millum annað verið íslendskur landsliðsvenjari. Umframt fleiri av bestu íslendsku liðunum, so hevur hann eisini vant Stoke City, Start, Barnsley, Notts County og Crewe Alexandra. So talan er sanniliga um ein venjara við drúgvum royndum.

Fyrr í dag skrivaðu NSÍ og Guðjón Þórðarson undir eina 2-ára avtalu. Guðjón fekk eisini møguleikan at síggja eina venjing hjá okkara næstbesta liði, tí ungu garparnir hjá Jens Martini Knudsen hildu ikki leingi frí, og vandu teir í dag frammanfyri nýggja høvuðsvenjaranum.

Harleyfacadeacryl