Myndarrøð av Sjúrðarbergi, tá hann kom á Klaksvík í morgun. Norðlýsið var ein túr yvir á fjørðin at taka nakrar myndir og eisini vóru vit á støð.
Skipið er bygt á Skála mitt í 80’unum og sigst vera í sera góðum standi. Sjúrðarberg er nakað longri enn Gadus, men smælri og hevur minni last. Sum skilst skal hann fiska í Barentshavinum, Irmingahavinum og, sum tað ljóðar eisini í altjóða sjógvi aðrastaðni. Sjúrðarberg skal helst vera við at røkja lunnindini hjá reiðarínum til nýggi Skálaberg kemur í 2022.







































































