Norðlýsið hevur júst fingið nýggjar myndir av nýggjasta Skálaberg, sum stendur í gerð inni í eini høll á skipasmiðju í Kirknes í Noregi. Hóast tað stendur í sáttmálanum at hann skal verða liðugur 17. mai, roknar J.F.K.-Trol ikki við at hann verður liðugur fyrr enn einaferð í juni.
Hóast ymsar trupulleikar, so má sigast at tað hevur gingið væl við byggingini av nýggja flaggskipinum í føroyska flotanum, Skálaberg.
Hanus Hansen, stjóri á J.F.K.-Trol sigur við Norðlýsið, at hóast nakað av iva var um fabrikkina tað einum tíðina, so er hendan komin í skipið og harafturat eru fleiri av manningarkømrunum og annað liðugt monterað, so skipið er væl ávegis at vera liðugt.
J.F.K.- Trol hevur alla tíðina fólk á skipasmiðjuni, og í løtuni eru tveir maskinmenn og ein skipari í Kirknes at hava eftirlit og at hjálpa til við innrættingini av eitt nú brúnni og troldekkinum. Hóast vit hava ein sáttmála sum sigur at skipið skal vera liðugt 17. mai, so er støðan hon, sum vit duga at meta hana, at vit kunnu kanska rokna við umleið trimum fýra vikum afturat, áðrenn vit fáa skipið leverað, sigur Hanus Hansen, stjóri.




