Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi Stapin komin á Toftir

Helgi Abrahamsen

Umleið klokkan 2 í dag kom nýggja frystilínuskipið Stapin á Toftir. Útfyri Garðsenda sigldi Stapin tríggjar ferðir í ring áðrenn lagt var at bryggjuni, har skipað varð fyri móttøku.

Stapin er bygdur í 1990 og hevur fyrr kallast Husby Senior.

Tað er P/F Regn á Toftum sum hevur keypt frystilínuskipið úr Noreg.

(Niðanfyri eru myndir av Stapanum).