Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggir leikarar fáa møguleikan

Jákup Ósá

Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen, Klæmint A. Olsen og Páll A. Klettskarð eru millum teir, ið fáa møguleikan frá byrjan í kvøld móti malta.

 Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen, Klæmint A. Olsen og Páll A. Klettskarð eru millum teir, ið fáa møguleikan frá byrjan í kvøld móti Malta. 


Føroyska liðið til venjingardystin í kvøld móti malta er sett:

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Pól Jóhannus Justinussen og Erling Jacobsen.

Á føroyska miðvøllinum verða Daniel Udsen, Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Christian R. Mouritsen, meðan Páll Klettskarð og Klæmint A. Olsen verða í álopinum.

Eykaleikarar verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Rene Joensen, Kristin R. Mouritsen, Dánjal á Lakjuni, Sonni R. Nattestad, Sølvi Vatnhamar og Karl Løkin.



Fleiri av royndu leikarunum hava givið avboð til dystin og tí verður hetta ein gyltur møguleiki hjá teimum meira óroyndu í landsliðshøpi at vísa seg fram.