Í dag fáa 5 lærlingar skúlaprógv á Tekniska Skúla í Klaksvík
Timburfakið er í góðum vøkstri. Byggifyritøkurnar um alt landið hava úr at gera og hendan gongdin merkist eisini í norðara partinum av landinum. Í Klaksvík og í Eysturoy eru fleiri størri byggjaríir í gongd og fleiri eru á veg. Somuleiðis eru nógv sethús í gerð og hartil nógvar umvælingar av verandi bygningum.
Hetta merkist eisini á Tekniska Skúla, sum hevur havt javnt vaksandi tilgongd seinastu 2 árini.




