Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj annarleiðis rottufella

Okkum er sent

Nakað undan jólum kom prát upp um rottuna, sum gjørdi stóran skaða bæði á fugl og haru í haganum og ymiskar staðir við hús, gjørdi rottan eisini skaða.

Nakað undan jólum kom prát upp um rottuna, sum gjørdi stóran skaða bæði á fugl og haru í haganum og ymiskar staðir við hús, gjørdi rottan eisini skaða.

Mælt varð til at gera skipaða herferð móti rottuni, fyri at halda henni niðri. Vanligt er at leggja rottugift og verður henda giftin herd ár undan ári, fyri at vissa seg um, at giftin bítir á.

Nýggjar leiðir

Valdemar Lützen hevur gingið nýggjar leiðir við serligari rottufellu, sum ikki nýtist gift. Talan er um eitt rør, sum verður sett loddrætt og ovast er sett veska, sum rottan luktar.

Rottan fer upp í rørið eftir roykinum/luktinum, og tá ið hon nærkast tí, ið luktar, fer ein píkur ella hókur kvigliga í skallan – so harðliga, at rotta doyr í somum løtu. Hólkurin fer úaftur og rottan dettur niður á lendið uttanfyri og nattúran tekur sær av henni.

Rottufríar føroyar

Fellan er gjørd í Ný Sælandi og er brúkt nógv har og í Kanada, eins og í norðanlondum. Mett verður, at talan er um slóðbrótandi loysn at týna rottur og mýs við, sum samstundis er náttúruvinarlig. (Gift verður ikki nýtt)

Fellan, sum ikki nýtir gift, er væl egnað at brúka í fjøllum, úthúsum og bergum, fyri at verja fuglalív, haru og annan fena, ið livir í okkara náttúru.

Teljari

Tað er teljari á felluni, so tilber at fylgja við, hvussu nógvar rottur, dripnar verða, og annars síggja, um tað er nakar trupulleiki við rottu.

Fellan hevur verið testað í fleiri ár, í oyggjasamfelagnum á Ný Sælandi, har man kann vísa á, at oyggjar eru slopnar av við rotturnar.

Valdemar Lützen, ið umboðar hesa fellu, veitir eisini service uppá fellunar. Fleiri kommunur í Føroyum hava longu útvega sær hesa fellu, sum nú verður sett upp ymsa staðir – og serliga verður roynt at seta fellana upp í høgum, bjørgum og annars millum hús. Fellan hevur verið so væl umtókt í norðurlondum, at tær í fleiri førum hava verið útseldar.

Goodnature á Ný Sælandi, sum ger felluna, hevur við framúr úrslitum verið við til at basa trupulleikum við rottu og mýs víða um á Ný Sælandi.

Rottufellan fæst til keyps hjá Valdemar Lützen, Byggibúðin, ið hevur fingið hetta spennandi amboðið.

Filmur, sum vísir, hvussu fellan virkar:

https://vimeo.com/128427647

Áki Bertholdsenskrivaði grein 28.10.2016 um rottuna:

Rottan ger heilt óbótaligan skaða í føroysku náttúruni

Tað sigur Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy, sum hevur livað og granskað í føroyskari náttúruni í eitt langt áramál.

Eisini stúrdi Lívfrøðingurin, Eyðfinn Magnussen fyri at rottan, sum er skaðadýr, kann beina fyri føroysku haruni. Tað sigur hann, nú hann hevur sett myndatólk upp við harusetur ymsastaðni í landinum. Men hann viðgongur, at hann gjørdust ikki sørt skakkur, tá ið hann sá rottur uppi á myndunum.

Les eisini:Óttast at rottan týnir haruna

Og Jens-Kjeld Jensen heldur avgjørt, at lívfrøðingurin hevur alla orsøk til at óttast fyri harini.

Hann sigur nevniliga, at rotta tekur alt, sum fyri er, bæði fugl og egg. Einaferð tey kannaðu náta, settu tey myndatól upp við onkur reiður, og tá sóu tey at ein rotta, sum ikki var serliga stór, leyp upp á bakið á einum havhesti, sum lá á eggum, og beit hann í nakkan og drap hann.

Harleyfacadeacryl