BirkBloggurin avdúkar í dag, at Carl Jóhan Jensen skrivar nýggja bók. Á BirkBlogginum skrivar høvundurin úr Brússel at bókin, sum eftir ætlan skal koma út í heyst
BirkBloggurin avdúkar í dag, at Carl Jóhan Jensen skrivar nýggja bók. Á BirkBlogginum skrivar høvundurin úr Brússel at bókin, sum eftir ætlan skal koma út í heyst, toluliga stavivilluleys og undir fimmhundrað síður long, sum høvundurin sigur, fer annaðhvørt at eita “Hetta er ikki ein skaldsöga” við undirtitlinum “Forspæl til ein gleðileik” ella övut.
– Hetta er ein bók um ein glataðan íslending í fyrru helvt av tjúgundu öld, ein fortíðarfrásögn full av fanansskapi, sum setur fingurin á tað eymasta í nútíðini, sigur høvundurin Carl Jóhan Jensen við Birkblog.
Lesið meir um nýggju bókina hjá Carl Jóhan her: http://birkblog.blogspot.com/2013/06/nyggj-bok-fra-carl-johan.html




