Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj bók við løgmansrøðum

(Norðlýsið – Tíðindi)

Føroyskt Lógarrit (FLR) hevur givið út nýggja bók. Bókin er eitt savn av løgmansrøðum frá tíðarskeiðinum 1986-2006.

Hesar røður eru eitt virðismikið og gott keldugrundarlag í kanning og gransking av føroyskum politikki. Fyri tey, sum hava áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum, er hetta savn ein virðismikil vitananarkelda.

Hetta løgmansrøðusavnið er væl egnað til brúk í undirvísing og í politiskari gransking. Savnið er eisini hent at hava hjá politikarum og starvsfólkum innan ta almennu fyrisitingina. Bæði leik og lærd kunnu fáa gleði av hesum savni.

Rúni Rasmussen hevur lagt til rættis hetta løgmansrøðusavn.

Bókin telur 415 síður og kostar 280 kr. Bókin fæst til keyps í bókabúðunum kring landið.

Harleywoodpaint