Varaborgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, sigur at nýggja skipanin við býarbussi í Klaksvík verður samtykt í fíggjarætlanini fyri 2014 og eftir ætlan verður byrja við tveimum bussum.
Varaborgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, sigur at nýggja skipanin við býarbussi í Klaksvík verður samtykt í fíggjarætlanini fyri 2014 og eftir ætlan verður byrja við tveimum bussum.
Eitt av vallyftunum hjá Steinbjørn O. Jacobsen var at stovnseta nýggja bussleið at koyra millum ymisku býarpartarnar í Klaksvíkar Kommunu og varaborgarstjórin sigur at bussleiðin fer at koyra í 2014.
– Tað gongur næsta ikki dagur uttan at eg verði spurdur um nær nýggja býarbussar skipanin fer at virka og tí meti eg eisini at tørvurin er sera stórur.
– Vit hava avtala í samgonguni at pengar verða settir av til bussleiðina á fíggjarætlanini fyri 2014 og verður bussleiðin útboðin so skjótt sum fíggjarætlanin er samtykt. Eg vildi mett at nýggja bussleiðin tí kemur at virka frá fyrst í komandi árið.
– Ætlanin er at bussleiðin røkkur so langt sum gjørligt og at hon verður samskipa við bygdaleiðir soleiðis at allar bygdirnar í kommununi verða knýttar saman. Eg ímyndi mær at vit byrja við tveimum bussum soleiðis at koyrt verður eftir høvuðsvegunum út til uttastu býarpartarnar av Bumshamri og norður á Græshjalla.
– Nú mugu vit síggja hvussu nógvan pening vit finna til bussrutuna tí tað optimala er at skipanin verður ókeypis fyri brúkaran.




