Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj feskfiskamóttøka setast á stovn

John William Joensen

Fyrst og fremst ónøgd við Fiskamarknaðin, hava størri bátarnir í Klaksvík tikið seg saman um at seta á stovn nýggja feskfiskamóttøku.

Hóast tað fyri evstamark av blaðnum ikki hevur eydnast okkum at fáa fatur á fyrireikarunum, so váttar borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, at útróðrarmenn hava verið í býráðnum á fundi um júst hetta málið.
Men sum skilst, so er málið ikki enn komið so langt at endaliga er avgjørt um byggjast skal ein høll ella um eitthvørt hølið við Vágna verður keypt ella leiga.
Sum Norðlýsið skilir, so eru eini 12 størri útróðrarbátar og línuskip við í samtakinum, umframt teir frá Snoddinum á Eiði.
Sum skilst, so er ónøgdin stór ímillum fiskamenn um Fiskamarknaðin, ført hevur verið fram, at eitt nú við at selja ígjøgnum móttøkuna á Eiði, hava menn fingið ímillum 2 og 4 krónur meira fyri kilo.