“Vøddabati” er tað nýggjasta nýggja til føroysk ítróttarfólk. Tað er HKcare í Saltangará, sum selur hesa serligu útgerð.
Føroyar eru ein ítróttatjóð. Ítróttafólk og ítróttafeløg kring landið hava prógvað hetta ferð eftir ferð. Men hóast tað er sunt at íðka ítrótt, so kemur tað stundum fyri, at tað stendur ov nógv á – og fólk fáa skaða í eitt nú beinini.
Tá hevur HKcare í Saltangará eina øðrvísi loysn. Viðgerðarstovan innan fysioterapi og kosmetikk er nú farin at bjóða fram útgerð til ítróttafeløg og til einstaklingar. Hetta er útgerð, sum mýkir beinvøddar, og hevur útgerðin – nokk so hóskandi – fingið navnið ‘Vøddabati’.
Kristian Poulsen, stjóri í HKcare, er spentur um, hvussu fólk fara at taka ímóti hesum:
– Útgerðin kann nýtast hvar sum helst – í skiftirúminum aftan á venjing og í sofuni við hús aftur við Degi og viku. Vøddabati er til fólk, sum brúka beinini nógv, og sum av og á fáa eymar vøddar – veri tað seg pínu ella andsperri – aftan á harða venjing ella overving.
Vøddabati er tó ikki bert til ítróttafólk og íðkarar, leggur Kristian afturat:
– Onnur, sum hava ilt í beinunum, kunnu eisini njóta væl av hesum. Eisini fólk, sum ganga nógv, og sum sita nógv, og sum standa nógv uppi til arbeiðis.
Vøddabati líkist einum tjúkkum kavabuksum, sum fara út um tærnar. Í buksunum eru luftkømur, sum mýkja vøddarnar – frá fótunum og uppeftir – og hetta trýstið hjálpir blóðinum at renna gjøgnum beinini, sum ger, at beinini koma skjótari fyri seg.
– Sum fysioterapeutur hevur tað stóran týdning fyri meg, at vit í Føroyum eru frísk og hava tað gott. Kroppurin er sum ein maskina, ið krevur regluligt viðlíkahald. Eg síggi ein vaksandi tørv á slíkum loysnum, og hendan útgerðin er ein praktisk hjálp til skjótari endurvenjing, tá ið fólk hava overvað seg. Hetta er ein liður í sama arbeiði, sum vit longu gera, og fyri okkum í HKcare er tað serliga áhugavert at síggja, hvussu fysioterapi, sum er ein elligomul professión, gongur hond í hond við nýggjastu tøknina, greiðir Kristian frá.
Útgerðin finst eisini til armar, men í fyrstu atløgu ætlar Kristian at vita, hvussu fólk taka ímóti Vøddabata til beinini.
– Fyrstu sendingarnar eru longu bílagdar heim, og fólk kunnu longu nú ringja til okkara á 447272 og frætta nærri ella skriva seg upp á bíleggingarlistan.
Eisini ber til at fylgja Vøddabati á Facebook, har ið meira kunning kemur út í næstum.