Tann 2. mars læt Eydna Dragaberg upp nýggja fótklinikk
í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík.
Eydna er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur mong ár á baki innan heilsuøkið, so røkt, tænasta og umsorgan hevur fylt størsta partin av hennara lívi.
Í sínum arbeiði innan heilsuøkið og tey seinastu 20 árini sum leiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi gjørdist hon alt meira varug við tørvin á góðari og neyðugari fótarøkt. Áhugin fyri hesum øki vaks alsamt, og fyri sløkum 2 árum síðani metti hon, at nú var tíðin búgvin at gera nakað við vaksandi tørvin. Hon fór tí til Danmarkar at útbúgva seg til professionellan fótarøktara og tók prógv sum stats. aut. (ríkisgóðkendur) fótterapeutur í desember 2008.
Hóast onkur skýggj eru komin á luftina, síðani Eydna fór undir útbúgvingina, so fer hon til verka við góðum treysti og gleðir seg til at veita viðskiftafólkum í øllum aldri, bæði kvinnum og monnum, eina góða røkt og tænastu. Snotiliga klinikkin er í niðaru hæddini beint inn frá vegnum, so hvussu viðskiftafólk enn eru gongd, ella um tey sita í koyristóli, so er einki, ið forðar teimum at koma inn á gólvið.
Eydna leggur dent á, at fótarøkt er fyri øll. Bæði fyri fólk við diabetes, gikt, psoriasis, harðari húð og rivum; men fótarøkt er eisini fyri tann, sum hevur aðrar tørvir og fegin vil "forkela" ella "pleyga" sínar føtur. Umframt fótarøktina – ella rættari sum ein part av fótarøktini – gevur hon fegin góð ráð um rættar skógvar, innlegg o.s.fr.
Um tørvur er á fótaviðgerð, vælveru, góðum ráðum innan økið, ella um onkur hevur hug at gleða onkran annan við einum kærkomnum gávukorti, so er hann ella hon altíð vælkomin at avtala tíð á tlf. 28 78 78.




