Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj frisørsalong letur upp í Klaksvík

Jóhann Lützen

Móttøka verður leygardagin 1. februar frá kl. 10 – 12 har møguleiki verður at bóka tíð

 

“Park by Petra” kallast nýggja frisørsalongin, sum er staðsett á Klaksvíksvegi 37. Tey meira tilkomnu munnu vita at tað er har Tógvhandilin hjá Mariu helt til fyrr. 

Tað er Petra Snorradóttir Jensen, sum eigur og rekur frisørsalongina. 

– Hetta er ein dreymur eg havi haft síðan eg var 4 ára gomul, sigur Petra sum fekk sína útbúgving sum frisør 24. november í fjør. Hon hevur áður starvast hjá Evoke. 

– Vit umboða merkið Park, ið er fyrsta floks vøra úr Danmark, sigur Petra

– Vit fara at hava móttøku leygardagin 1. februar frá kl. 10 – 12, har fólk eru vælkomin at heilsa uppá og kanska bóka eina tíð. Her verður kaffi og okkurt gott at fáa, sigur Petra við Norðlýsið at enda. 

 

Park by Petra veitir hesar tænastur:

  • Barnaklipp
  • Damuklipp
  • Harraklipp
  • Farving
  • Skegg
  • Hol í oyru
  • Liting av brún og vippum