Í nýggjari grein um yvirlitstrolingarnar eftir makreli, ið eru gjørdar á
sumri seinastu árini í Norðuratlantshavi, eru kanningarhátturin og
úrslitini nú viðurkend í javnlíkametta tíðarritinum “ICES Journal of
Marine Science”. Úrslitini verða nú brúkt í stovnsmetingunum av makreli í
ICES høpi. Hóast kanningarúrslit hava veri tøk síðani 2010, er tað ikki
fyrr enn í fjør, at tey eru vorðin regluligur partur av tilfarinum, ið
liggur aftan fyri stovnsmetingarnar. Úrslitini frá yvirlitstrolingunum,
rognkornsteljingar av makreli og merkiroyndir vestan fyri Írland, verða
saman við veiðuni frá fiskiskapinum brúkt sum datagrundarlag, tá
útrokningar av stovninum og útlit verða gjørd á árligu
stovnsmetingunum síðst í august. Áðrenn hetta vóru rognkornsteljingar, ið
einans verða gjørdar triðjahvørt ár, einasta tilfar í stovnsmetingunum
av makreli umframt veiðutøl.
Les meira á www.hav.fo




