Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj høvdapúta køvir snork

Danial Viðoy

Góðan morgun: – Maðurin hjá mær snorkar so illa, eg fái ikki sovið, fortelur konan. Tað kann eisini verða øvugt; og at maðurin hjá mær snorkar so illa, sigur maðurin. Ja, tað kann vera ótolandi ikki at fáa sovið fyri makanum. – Men vón er fyri framman.

Tað er nú vón fyri teimum, sum ilskast á tey, ið snorka sum bjarnir. Tað veit Daily Mail frá at siga.

Ein amerikansk fyritøka er júst komin við eini framkomnari høvdapútu ella einum framkomnum kodda.

Koddin megnar at fanga snorkandi ljóðið og ikki bara tað. Tá ið ljóðið er fangað, fer tað at rista í eitt sindur koddanum, soleiðis at tað ikki longur verður so stuttligt at snorkað.

Hetta er kanska ikki so stuttligt fyri tann, sum snorkar. Men makin sum ilskast, sleppur ið hvussu er undan at sparka og rista í snorkandi makan undir liðini.