Í dag bleiv Mia Wagner tilnevnd sum nýggjur ministari í donsku stjórnini, hon er higartil einamest kend sum leyva í Løvens Hule á DR TV.
Mette Frederiksen hevur tilnevnt Mia Wagner sum nýggja ráðfrúu í javnstøðu og talgilding.
Sambært Thomas Bernt Henriksen, vinnuredaktør á Berlingske, er valið av Mia Wagner avgerandi fyri, um flokkurin Venstre kann koma fyri seg aftur:
Valget af Mia Wagner som digitaliseringsminister og minister for ligestilling er et løfte. Det er en af de sjældne gange, hvor en person ændrer fortællingen og oplevelsen af et parti. Valget af Mia Wagner er et håb, fordi et parti i så hård modvind som Venstre og i en slags indre splid mellem land og by blandt andet under indtryk af presset fra Danmarksdemokraterne har brug for at kunne fortælle, at partiet kan tiltrække mennesker, andre ser op til.
Í sambandi við luttøkuna hjá Mia Wagner í sendingini Búskapur & Vinna í Televarpinum stóð grein at lesa á Norðlýsinum um boðskapirnar hjá Mia Wagner: “Mammuskommin skal ikki fóðrast”
Mia Wagner: “Mammuskommin skal ikki fóðrast”
Tá skapti Mia Wagner annars eisini stórt kjak í Danmark, tá hon í stórari samrøðugrein í Berlingske ávaraði ímóti einum nýggjum ráki, har fleiri hava mælt kvinnum til at velja karrieruna frá, meðan børnini eru smá. Hetta hava fleiri kjakarar ført fram í greinarøð í Berlingske síðstu vikurnar.
Sambært Mia Wagner er hetta eitt tekin um ein størri grundleggjandi trupulleika í nútímans samfelagnum. Í greinini í Berlingske greiðir hon soleiðis frá:
“Vit hava uppbygt ein heim, sum ikki hongur saman longur, har samfelagið koyrir skjótari enn einstaklingurin klárar at fylgja við. Fleiri vilja tí fegin arbeiða minni og gera minni. Tað má man sjálvandi lurta eftir, men eg haldi avgjørt ikki, at svarið er, at kvinnur skulu blíva heimagangandi.”
Mia hevði sjálv eina heimagangandi mammu, og fyri hana hevur tað verið ein motivatión at bróta við arvin og klæða sínar døtrar, sum í dag eru 16 og 17 ára gamlar, í at forsyrgja sær sjálvum og vera fíggjarliga frælsar.
“Vit skulu gevast við at formana hvørjum øðrum. Tað er ríkiliga hart at vera til staðar í samfelag okkara sum er, og vit kunnu skjótt gera hvønn annan skeivan, um vit áleggja hvørjum øðrum “sannleika” okkara” greiðir Mia frá í blaðnum. “Og tá er tað skilligt, at summar kvinnur bara fáa hug at toga stykkið úr fyri at passa børn og heim. So klárar man seg hóast alt á onkrum øki.”
Í Búskapi & Vinna greiddi Mia Wagner nærri frá, hví hon føldi ein tørv á at blanda seg í eldfima kjakið:
“Kjakið hevði tørv á at blíva eitt sindur meira nuanserað, tí tá kjakið blívur so einsíðugt fóðrar tað mammuskommina, sum er ein oyðandi megi millum menniskju. Børn fáa tað ikki neyðturviliga betur av, at mamma gongur heima. Bæði børn og foreldur eru ymisk og hava ymiskar tørvir.”
Samrøðan hjá Johnny í Grótinum við Mia Wagner var í sending 20 av Búskapi & Vinnu. Allar 23 sendingarnar higartil kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Televarpinum.



